Trygg vegleiðing
alla leiðina
Vit gera teg kláran til vegin -
við góðari undirvising og persónligari tænastu.
Vit gera teg kláran til vegin -
við góðari undirvising og persónligari tænastu.
At ogna sær eitt koyrikort er ein stór avgerð – sama um tú ert 18, 24, 37, 55 ella eldri. Mítt endamál er, at allir mínir næmingar gerast tryggir og dugnaligir bilførarar, og at teir klára bæði teoriroyndina og koyriroyndina fyrstu ferð.
Á mínum koyriskúla ber til at taka koyrikort til persónbil,motorsúkklu og hýruvogn. Harumframt bjóða vit eftiransandi skeið, endurtøkuundirvísing, koyriforboðskeið, rúsdrekka- og ferðsluskeið (RF-skeið), og fyrstuhjálp í ferðsluni.
Eg havi eina sterka sannføring um, at tann besta undirvísingin
er ein, ið gevur tær bæði kunnleika og rætta hugburð til at
ferðast trygt og ábyrgdarfullt í ferðsluni.
Tí er tað av stórum týdningi, at vit saman strembra eftir hægsta
møguliga støði – so tú ikki bara lærir at koyra, men eisini fert
út í ferðsluna við einum tryggum grundarlagi av vitan,
dugnaligheit og ábyrgd.
Vit leggja stóran dent á eina álitandi og grundleggjandi
frálæru – bæði í teori og verkligari koyring.
Hetta tryggjar, at tú ikki bara klárar royndirnar, men
eisini ert væl fyrireikað/-ur at ferðast trygt og skilagott
restina av lívinum.
Fleiri og fleiri velja at koyra bil við automatgir, og tað er vorðið vanligari at fáa koyrikort til júst tað. Tí í dag eru nógv bilmerki útgjørd við automatgir, og tað ger koyringina lættari fyri nógv.
Tey, sum hava torført við at brúka kopling og gir, hava nú størri møguleika at klára koyriroyndina. Hetta er eisini ein stórur fyrimunur fyri tey, sum hava serligar avbjóðingar, so sum ADHD, ADD o.s.fr. Um tað er trupult at halda fokus og gera fleiri ting samstundis, so er tað ofta lættari at koyra bil við automatgir – tú skalt ikki hugsa um at skifta gir ella trýsta á koplingina.
Um tú heldur, at ferðslan er fløkjalig og stressandi, so kann tað vera ein góð byrjan at venja seg við ein bil við automatgir. Tú kanst brúka alt fokus á ferðsluna, og tað ger tað lættari at læra at koyra trygt og skilagott.
Les meira um automatgiri her